Servicevilkår

Bílegging

Tá tú bíleggur á Keramikk.fo, fært tú sjálvirkandi eina bíleggingarváttan senda við telduposti. Henda bíleggingarváttan er ikki ein juridiskt bindandi avtala. Vit tilskila okkum tí rættin at strika bíleggingina, um villa er við prísinum, veiting av vøru, um vøran er útgingin ella líkandi. Tá bíleggingin er endaliga avgreidd, fært tú ein faktura sendandi við telduposti, sum er ein bindandi avtala.

Tú hevur møguleika at stovna ein brúkara hjá okkum. Á tann hátt ber til at fylgja við bíleggingini og finna fram gamlar bíleggingar. Hetta ger tað eisini lættari, um bíleggjast skal aftur. Tað er tó ikki ein treyt at stovna brúkara fyri at keypa.

Um tú hevur spurningar um vørur, sum eru útseldar hoyra vit fegin frá tær.

Prísir

Allir prísir eru íroknað 25% MVG og í Donskum Krónum (DKK)

Fyrivarni verður tikið fyri tastivillum, prísvillum, útseldum vørum og veitingarbrek frá veitarum.

Gjalding

Í løtuni er bert møguligt at gjalda við bankaflyting. Skjótt verður eisini gjørligt at gjalda við gjaldskorti.

Tá farið verður til kassan, og gjaldstreytirnar eru góðkendar, verður ein bíleggingarváttan send sjálvvirkandi við telduposti. So skjótt peningurin er móttikin, verður bíleggingarseðil og vøran gjørd klár. Gjaldast skal, áðrenn vøran verður veitt, ella áðrenn vøran kann heintast.

Gjaldast skal umvegis bankaflyting á konto í Føroya Banka: 6460 - 6536842. Bíleggingarnummar og/ella navn á kunda skal viðmerkjast.

Um vøran ikki er goldin innan 3 døgn eftir bílegging, tilskila vit okkum rættin at selja vøruna til annan keypara.

Veiting

Vøran kann annaðhvørt heintast í Hoyvík ella á Skála. Eisini koyra vit vøruna ókeypis út í høvuðsstaðarøkinum (Hoyvík, Havn og Argjum).

Umbýting

Vøran kann býtast um innan 14 dagar eftir veiting, um hon er í sama standi, sum tá hon varð keypt - t.v.s. vøran má ikki vera pakkað út, vaskað e.l. Vøran kann býtast til reiðan pening ella aðra vøru.

Tú skalt skrivliga boða frá við telduposti til keramikk@outlook.dk, um tú ynskir at nýta umbýtingarrættin. Um vøran ikki er í sama standi, sum tá hon var nýggj verður vøran ikki endurgoldin. 

Undandtøk til umbýtingarrætt eru hesi:

  • Gávukort kunnu ikki býtast við reiðan pening
  • Vørur keyptar á útsølu kunnu ikki býtast um við aðra vøru ella reiðan pening

Vinarliga boða okkum frá á keramikk@outlook.dk og vit finna eina loysn.

Reklamatiónsrættur

Er feilur við vøruni, verður tú biðin um at senda okkum ein teldupost á keramikk@outlook.dk. Tá feilurin er staðfestur, kann vøran býtast til reiðan pening ella nýggja vøru. Reklamatiónsrætturin fellur burtur eftir 12 mánaðar og er treytaður av, at feilurin ikki kemur av skeivari nýtslu ella viðgerð av vøruni.

Tú skalt senda okkum ein teldupost á keramikk@outlook.dk og gjølla greiða frá, hvør feilurin er, og hví tú ynskir at nýta reklamatiónsrættin.

Samband

Keramikk.fo

keramikk@outlook.dk

+298 271508