Søgan um Pólskt Keramikk
Søgan aftan fyri keramikkið úr Bolesławiec
Keramikkið úr Bolesławiec hevur ein søguríkan siðaarv, sum gongur heilt aftur til miðøldina. Í fleiri øldir hava pottagerðarar í økinum ment arbeiðshættirnar, og í 1700-árunum bygdi keramikkið seg ordiliga upp, tá ið brún glasering við hvítum mynstrum gjørdist nýtt at prýða við. Hetta gjørdi Bolesławiec kent um alt Evropa – eisini hjá teimum kongaligu.
Í 1800-árunum setti nýggj tøkni nýggjar avbjóðingar, men eisini nýggjar møguleikar. Tá byrjaðu pottagerðarirnir at skapa litfagrar stempulprýðingar á hvítan grundlit. Eitt snið, sum í dag er sjálvt hjartað í Bolesławiec-keramikkinum.
Seinni varð ein keramikk skúli stovnaður, har dugnalig listafólk og handverkarar kundu útbúgva seg, sum settu sín dám á, sum vit kenna tað í dag.
Eftir seinna heimsbardaga var økið næstan oyðilagt, men tíbetur var siðurin sterkur. Tað serliga leirið í Bolesławiec var framvegis væl egnað til sterkt og haldgott steintoy, og við hjálp frá listafólkum og serkønum teknologum varð framleiðslan endurreist og ment.
Í 1970-árunum fekk stempulprýðingin veruliga dik á seg, og áhugin fyri teimum klassisku mynstrunum vaks bæði heima og uttanlands. Tað gjørdi Bolesławiec til eitt týðandi sentrum fyri keramikksnið.
Síðan 1989 hevur framleiðslan fingið betri hølir, størri orku og altjóða útbreiðslu.
Í dag verður keramikkið úr Bolesławiec selt um allan heim og er kent fyri:
- Drúgvu og sterku góðskuna
- Siðbundnu stempulprýðingarnar
- Samansetingina av gomlum hondverki og nútímans sniði
Keramikkið úr Bolesławiec er sostatt ikki bara sum alt annað steintoy – tað er hondverk, søga og list, sum enn heldur fram at liva í hvørjum einasta luti.
Niðanfyri sæst ein stuttur filmur av, hvussu framleiðslan gongur fyri seg: